Skip to main content
search
0

2 x Svensson í Gallarí Á Stongunum

4:00 pm - 6:00 pm(GMT+00:00) fri29nov4:00 pmfri6:00 pm2 x Svensson í Gallarí Á Stongunum2 x Svensson at Gallarí Á StongunumEvent Type Exhibition,Jól í Klaksvík

Event Details

FO: 

Fríggjadagin 29. november kl. 16 letur upp framsýning við Áslu Rannvá Svensson og Kára Svensson í Gallarí Á Stongunum.
Fernisering er fríggjadagin, 29. nov. kl. 16.
Hans Andrias Jacobsen framførir nøkur løg, og Jóhanna Christiansen forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu sigur nøkur orð. Ábit verður. Hjartaliga vælkomin.
Opið er soleiðis:
Fríggjadag, 29. nov. kl. 16-18.
Leygardag, 30. nov. kl. 11-18.
Sunnudag, 1. des. kl. 14-20.
Mánadag, 2. des. kl. 11-18.
Ásla Rannvá Svensson
Ásla Rannvá er úr Havn og er útbúgvin blómu dekoratør. Hon hevur málað í 30 ár, men byrjaði av álvara at mála sum 25 ára gomul. Nøkur ár seinni fór hon á Tórshavnar kvøldskúla at læra grafiska list.
Ásla Rannvá hevur eins og pápin sýnt fram bæði úti og heima, og hava tey havt nakrar framsýningar saman. Fyri Áslu Rannvá er tað ein stórur heiður at sýna fram saman við pápa hennara, sum er hennara stóra fyrimynd og stuðul ígjøgnum lívi.
Skiftandi íblástur ger, at list hennara støðugt hevur útviklast og broytst, sum árini hava gingið. Heitini á listaverkum og litsamanspælingin avspegla tað, sum hon hevur upplivað ígjøgnum lívið. Seinastu árini hevur Ásla Rannvá málað nógv eftir kenslum, og tað sum kenslur kunnu hava við sær. Frá tí myrka, tunga og fýrakantaða, til tað litríka, fría, runda og glaða. Seinnu árini hevur hon arbeitt mest við grafiskari list, serliga er tað linoleums skurður, ið hon hevur serligan tokka til.
Til ber at síggja meira til listina hjá Áslu Rannvá
á instagram á: s.vensso.n
og á facebook á: Svensson
Kári Svensson
Kári er 70 ára gamal – føddur og uppvaksin í Havn, har hann eisini býr. Kári telist millum okkara kendastu akryl málarar, men hevur í nýggjari tíð arbeitt við at blanda tøkni og arbeiðshættir. Kári hevur fingist við list frá heilt ungum av og hevði sína fyrstu framsýning sum 17 ára gamal. Hann hevur í ein mansaldur sýnt fram bæði úti og heima.
Hann hevur sín heilt serliga stíl, er musiskur í litavali og í litasamanseting. Okkara stórbara føroyska náttúra við sínum skifti í ljósi og veðri allar árstíðir sermerkja hansara list. Kári hevur eisini í nógv ár verið við til at skipa fyri skeiðum í málningalist.
Meiri er at lesa um Kára Svensson á www.karisvensson-art.fo
EN: 

On Friday, November 29th at 4:00 PM, an exhibition opens with Ásla Rannvá Svensson and Kári Svensson at Gallarí Á Stongunum.
The opening is on Friday, November 29th at 4:00 PM.
Hans Andrias Jacobsen will perform some songs, and Jóhanna Christiansen, chairwoman of the cultural committee in Klaksvík Municipality, will say a few words. Refreshments will be served. You are warmly welcome.
The opening hours are as follows:
Friday, November 29th from 4:00 PM to 6:00 PM.
Saturday, November 30th from 11:00 AM to 6:00 PM.
Sunday, December 1st from 2:00 PM to 8:00 PM.
Monday, December 2nd from 11:00 AM to 6:00 PM.

Ásla Rannvá Svensson
Ásla Rannvá is from Tórshavn and is a trained flower decorator. She has been painting for 30 years, but started painting seriously at the age of 25. A few years later, she attended the Tórshavn evening school to learn graphic art.
Ásla Rannvá, like her father, has exhibited both abroad and locally, and they have had several joint exhibitions. For Ásla Rannvá, it is a great honor to exhibit with her father, who is her great role model and support throughout her life.
Changing inspiration means that her art has continuously developed and changed over the years. The titles of her artworks and the color combinations reflect what she has experienced throughout her life. In recent years, Ásla Rannvá has painted a lot based on emotions, and what emotions can bring. From the dark, heavy, and angular, to the colorful, free, round, and joyful. In recent years, she has mainly worked with graphic art, especially linocut, to which she has a special affinity.

You can see more of Ásla Rannvá’s art on Instagram at: s.vensso.n
And on Facebook at: Svensson”**

Kári Svensson
Kári is 70 years old – born and raised in Tórshavn, where he still lives. Kári is considered one of our most famous acrylic painters, but in recent years he has worked with blending techniques and methods. Kári has been involved in art from a very young age and held his first exhibition at the age of 17. He has exhibited both locally and internationally for over a half-century.
He has his own unique style, is musical in his choice of colors and color combinations. Our magnificent Faroese nature, with its changing light and weather throughout the seasons, characterizes his art. Kári has also been involved in organizing painting courses for many years.
You can read more about Kári Svensson at www.karisvensson-art.fo

more

Time

November 29, 2024 4:00 pm - 6:00 pm(GMT+00:00)

Close Menu
Contact us

info@klaksvik.fo
tel.: +298 456939