Barnakonsertin 2025
Event Details
Barnakonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur 2025 Føroya Symfoniorkestur og Annfinnur Heinesen framføra ævintýrið “Veiða Vind” í Varpinum 4000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir í Varpinum og
Event Details
Barnakonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur 2025
Føroya Symfoniorkestur og Annfinnur Heinesen framføra ævintýrið “Veiða Vind” í Varpinum
4000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir í Varpinum og í Norðurlandahúsinum.Sjónleikarin og frásøgumaðurin Annfinnur Heinesen fer at fortelja tykkum ævintýrið Veiða Vind.
Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri.Verkið, sum Kári Bæk hevur skrivað, er vorðið ein varði í føroysku tónleikasøguni og er m.a. framført í Íslandi og í Onglandi.
Ein almenn konsert verður í Varpinum í Klaksvík, og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum í Havn. Harafturat verða 10 konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum. Á konsertini verða eisini onnur løg á skrá, tónleikur sum tit hava hoyrt áður og kenna væl.
Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu.
Komponistur: Kári Bæk
Søga: Rakel Helmsdal
Tekningar: Janus á Húsagarði
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk: Annfinnur Heinesen
Tíð: Sunnudagin 6.apríl kl. 16.00
Stað: Varpið
Kostnaður: Vaksin 185 kr., børn 4-12 ár 85 kr.
ENGLISH:
The Faroe Islands Symphony Orchestra’s Children’s Concert 2025
The Faroe Islands Symphony Orchestra and Annfinnur Heinesen will perform the fairytale Veiða Vind at Varpið.
4,000 children from all over the Faroe Islands will experience the country’s largest orchestra performing children’s concerts at Varpið in Klaksvík and the Nordic House in Tórshavn. Actor and narrator Annfinnur Heinesen will tell the story of Veiða Vind.
Veiða Vind is a musical fairytale about three siblings, the four seasons, a dragon, a fairy, and a bear. It’s also a story about imagination and reality merging in a creative whirlwind. Written by Kári Bæk, this work has become a milestone in Faroese musical history and has been performed in Iceland and England.
There will be a public concert at Varpið in Klaksvík and another at the Nordic House in Tórshavn. Additionally, 10 concerts will be performed for kindergartens and schools. The program will also include other familiar pieces of music.
The Faroe Islands Symphony Orchestra is excited to perform enjoyable and entertaining concerts for the youngest audience members.
Composer: Kári Bæk
Story: Rakel Helmsdal
Illustrations: Janus á Húsagarði
Conductor: Bernhardur Wilkinson
Narrator: Annfinnur Heinesen
Time: Sunday, April 6, at 4:00 PM
Location: Varpið
Tickets: Adults 185 DKK, children aged 4–12 85 DKK
more
Time
April 6, 2025 4:00 pm(GMT+00:00)