Country-gospel kafé-konsert
22nov7:30 pm9:00 pmCountry-gospel kafé-konsert7:30 pm - 9:00 pm(GMT+00:00) Varpið, Klaksvíksvegur 2
Event Details
Leygarkvøldið 22.nov bjóða Eyðun Jacobsen og Varpið til eina øðrvísi kafékonsert-uppliving. Eyðun vil gjarna skapa ein hugnaligan og óformellan stemning. Áhoyrarnir kunnu
Event Details
Leygarkvøldið 22.nov bjóða Eyðun Jacobsen og Varpið til eina øðrvísi kafékonsert-uppliving.
Eyðun vil gjarna skapa ein hugnaligan og óformellan stemning. Áhoyrarnir kunnu tí velja ímillum at sita í vanligu reyðu áhoyrara-stólunum, ella við kaféborð niðri á gólvinum. Atgongumerkini kosta 250 kr, og tá er kaffi og desert íroknað prísin. Einasti munurin er, at meðan tú kanst hava desert og drekka við inn til kafé-borðini, so mugu tey sum heldur vilja sita bleytt í reyðu setrunum á hágólvi og svala, bíða til pausuna, at fáa sær ein drekkamunn.
Keyp billet í Varpið.fo
UM EYÐUN:
Eyðun er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann byrjaði sína tónleikaferð sum smádrongur á Kósini saman við Karl Martin Samuelsen, Joen Jacob Jacobsen, Jóhan Laksafoss og Jóannes hjá Rosu í bólkinum The Tigers.
Síðani tá hevur Eyðun verið sera virkin innan andaligan tónleik og hevur verið við í fleiri bólkum og útgávum. Hann bleiv giftur við Dinnu Nónklett og flutti til Søldarfirðar í 1975 har hann helt fram við tónleikinum.
Í 1983 flutti hann saman við familjuni til Danmarkar har tey búðu í 17 ár, eisini har var hann sera virkin við sínum sang og tónleikagávum. Síðani tey fluttu heima aftur til Føroyar, hevur Eyðun ikki ligið á latu síðuni tónleikaliga. Hann hevur givið út 5 fløgur sum einstaklingur og 2 fløgur saman við døtrunum undir navninum Zamar.
Hann hevur verið nógv í USA í samband við tónleika innspælingar, bæði hjá sær sjálvum og fleiri øðrum. Hvørja viku syngur og spælir hann saman við tónleikarunum á teimum ymisku samkomu kafeinum.
Eisini skipar hann fyri ymiskum tónleiktiltøkum, so sum tann sera vældámdi Gospeltúrurin við Norrønu.
Tað er eingin ivi, Eyðun er country maður. Hansara tónleikur er Country Gospel. Eitt sum eyðkennir konsertir og framførslur hjá Eyðun er, at hann dugur væl at fáa áhoyrarnar at syngja við sær og hetta er sera væl dámt.
Konsertin í Varpinum verður einki undantak, fólk kunnu gleða seg til at sleppa at syngja við.
Eyðun hevur góðar tónleikarar afturat sær. Nevnast kunnu: Gotfred Joensen klaver, Jóhan Danielsen bass, Herálvur Jensen el guitar, Andrew Jensen trummur, Petur Hermansen steel guitar og sjálvur spælir Eyðun akkustiskan guitar. Kórrøddirnar eiga Birgit Nónklett Hansen, Kristina Nónklett Hansen, Heidi Nónklett Andersen og Kristbjørn Olsen.
EN
On Saturday evening, November 22, Eyðun Jacobsen and Varpið invite you to a unique café concert experience.
Eyðun aims to create a cozy and informal atmosphere. The audience can choose between sitting in the regular red theater seats or at café tables on the floor.
Tickets cost 250 DKK, which includes coffee and dessert.
The only difference is that those sitting at the café tables can enjoy their dessert and drinks during the concert, while those who prefer the soft red seats on the upper level must wait until the intermission for their refreshments.
Buy the ticket on Varpid.fo
About Eyðun
Eyðun was born and raised in Klaksvík. He began his musical journey as a young boy in Kósin, playing with Karl Martin Samuelsen, Joen Jacob Jacobsen, Jóhan Laksafoss, and Jóannes hjá Rosu in the band The Tigers.
Since then, Eyðun has been very active in Christian music, participating in several bands and recordings. He married Dinna Nónklett and moved to Søldarfjørður in 1975, where he continued his musical work.
In 1983, he and his family moved to Denmark, where they lived for 17 years, and he remained very active with his singing and musical gifts. After moving back home to the Faroe Islands, Eyðun continued his musical career, releasing five solo albums and two albums with his daughters under the name Zamar.
He has spent a lot of time in the USA recording music, both for himself and for others. Every week, he sings and plays together with other musicians at various church cafés.
He also organizes different musical events, including the very popular Gospel Tour with Norrøna.
There is no doubt — Eyðun is a country man. His music is Country Gospel, and one of the hallmarks of his concerts is how well he gets the audience to sing along — something people greatly enjoy.
The concert at Varpið will be no exception — the audience can look forward to singing along.
Eyðun will be joined by excellent musicians:
- Gotfred Joensen – piano
- Jóhan Danielsen – bass
- Herálvur Jensen – electric guitar
- Andrew Jensen – drums
- Petur Hermansen – steel guitar
- Eyðun Jacobsen – acoustic guitar
Backing vocals: Birgit Nónklett Hansen, Kristina Nónklett Hansen, Heidi Nónklett Andersen, and Kristbjørn Olsen.
Time
November 22, 2025 7:30 pm - 9:00 pm(GMT+00:00)