logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Ferðavinnudagur í Varpinum

19feb9:00 amFerðavinnudagur í VarpinumTourism Day at Varpið9:00 am(GMT+00:00) Varpið, Klaksvíksvegur 2

Event Details

Tann 19. februar verður skipað fyri forvitnisligum og áhugaverdum ferðavinnudegi í Varpinum. Hesin dagurin er ein góður møguleiki hjá øllum – bæði royndum sum óroyndum – at vísa á allar tær forvitnisligu upplivingarnar, sum Norðoyggjar hava at bjóða

Tey seinastu árini eru fyrispurningar til upplivingar í Norðoyggjum øktir sera nógv frá bæði føroyingum, útlendskum ferðafólkum og ferðaskrivstovum.

Hjá Visit North royna vit á bestan hátt at vísa á alt tað, sum ber til at uppliva í Norðoyggjum.

Vit hava fingið eina nýggja heimasíðu og eru virkin á sosialum miðlum og luttaka javnan á ráðstevnum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Men bestu umboðsfólkini fyri Norðoyggjar eru tit, sum skapa og mynda hesar upplivingar.

Við hesum í huga ynskja vit at bjóða øllum áhugaðum til ein ferðavinnudag í Varpinum, har til ber at vísa á og greiða frá tí, sum Norðoyggjar hava at bjóða.

Við á degnum verða umboð frá føroysku ferðavinnuni. Hetta verið seg fólk, sum starvast í føroysku ferðavinnuni, so sum ferðaleiðarar, ferðaskrivstovur, móttøkufólk á hotellum og onnur, sum ynskja at vita meira um Norðoyggjar sum ferðamál.

Í stóra salinum í Varpinum verða borð sett upp, har øll tit, sum hava eitthvørt forkunnugt at bjóða, kunnu vísa tykkara vøru fram. Til ber at hava faldarar, teldu og líknandi við sær. Tey vitjandi ganga síðani millum borðini, soleiðis at tit kunnu greiða frá um upplivingina, sum júst tit kunnu bjóða.

Eisini verður skipað fyri smáum framløgum. Øll, sum hava hug til at greiða frá, kunnu tekna seg til at hava eina slíka framløgu.

Dagurin byrjar um morgunin og heldur áfram út á seinnapartin. Tað er ókeypis at luttaka og ynskja vit á Visit North at hjálpa til við øllum, sum tit hava brúk fyri.

Ferðavinnudagurin er ein góður møguleiki hjá øllum – bæði royndum sum óroyndum – at vísa á tær upplivingar, sum Norðoyggjar hava at bjóða og vóna vit, at undirtøkan verður góð fyri hesum degi.Visit North ynskir við hesum at bjóða øllum áhugaðum til ein kunnandi fund mánadagin. 

Visit North ynskir við hesum at bjóða øllum áhugaðum til ein kunnandi fund mánadagin tann 2. februar klokkan 17.00 í Varpinum.

Tilmelding til fundin verður givin við at senda ein teldupost til info@klaksvik.fo.

EN:

On February 19th, an informative and inspiring Tourism Day will be held at Varpið.
This day offers a great opportunity for everyone — both experienced and newcomers — to showcase the many interesting experiences that the Northern Isles have to offer.

In recent years, inquiries about experiences in the Northern Isles have increased significantly from Faroese visitors, international tourists, and travel agencies alike.

At Visit North, we work continuously to highlight everything that can be experienced in the Northern Isles.
We have launched a new website, are active on social media, and regularly participate in conferences both in the Faroe Islands and abroad.

However, the very best ambassadors for the Northern Isles are you — the people who create and shape these experiences.

With this in mind, we would like to invite everyone interested to a Tourism Day at Varpið, where it will be possible to present and talk about what the Northern Isles have to offer.

Representatives from the Faroese tourism industry will attend, including people working as tour guides, travel agents, hotel reception staff, and others who wish to learn more about the Northern Isles as a destination.

In the main hall at Varpið, tables will be set up where those of you who have something unique to offer can present your product or experience. You may bring brochures, laptops, or similar materials. Visitors will move between the tables, giving you the opportunity to explain the experience you offer.

There will also be short presentations, and anyone who would like to give a presentation may sign up to do so.

The day will begin in the morning and continue into the afternoon.
Participation is free of charge, and we at Visit North are happy to assist with anything you may need.

The Tourism Day is a valuable opportunity for everyone — both experienced and new — to showcase the experiences available in the Northern Isles, and we hope for strong participation.

In addition, Visit North invites all interested parties to an information meeting on Monday, February 2nd at 5:00 PM at Varpið.

Registration for the meeting should be sent by email to:
info@klaksvik.fo

Time

February 19, 2026 9:00 am(GMT+00:00)
loader-image
Klaksvík, FO
10:17 am, Feb 14, 2026
temperature icon 1°C
snow
92 %
1004 hPa
15 mph
Wind Gust: 9 mph
Clouds: 100%
Visibility: 0.02 km
Sunrise: 9:46 am
Sunset: 3:18 pm