Jólakonsert í Biskupsstøðgarðinum
Event Details
Øll minnast allarhelst eyðkendu røddina hjá Anna Lovisa Mýri, sum gjørdist landakend við songunum “Tað kundi verið eg” og “Av øllum tí góða sum Gud
Event Details
Øll minnast allarhelst eyðkendu røddina hjá Anna Lovisa Mýri, sum gjørdist landakend við songunum “Tað kundi verið eg” og “Av øllum tí góða sum Gud hevur gjørt”. Men kanska ikki øll vita, at tað var á Kafé Fríðu til Norðurjól í 2019 hon fyrstu ferð hon trein á pall einsamøll.
Tí kennist tað serliga rætt, at júst Anna Lovisa nú kemur aftur at spæla — hesa ferð til Biskupsstøðgarðin, har hon saman við unnastanum Finni hevur sína árligu jólakonsert. Finnur Kjølbro spælir gittar, munnhørpu og syngur eisini saman við Onnu Lovisu. Tey bæði fara heilt víst at skapa eina heilt serliga løtu við egnum løgum og væl umtóktum jólasangum, har røddir, ljóð og ljós smelta saman í eina hjartaliga jólauppliving í hugnaligu umstøðunum í Biskupsstøðgarðinum.
Garðurin verður sjálvandi pyntaður til høvið og íroknað í prísin er serligt jólate og mandlurís. Heimagjørt gløgg og annað gott, kann keypast í húsinum. Kom og njót eina inniliga løtu mitt í jólamyrkrinum – við tónleiki, ljósum og hugna.
EN:
Everyone will surely remember the distinctive voice of Anna Lovisa Mýri, who became known throughout the country with the songs “Tað kundi verið eg” and “Av øllum tí góða sum Gud hevur gjørt.” But perhaps not everyone knows that it was at Kafé Fríða during Norðurjól in 2019 that she first stepped onto the stage on her own.
That’s why it feels especially fitting that Anna Lovisa now returns to perform — this time in Biskupsstøðgarður, where she and her partner Finnur hold their annual Christmas concert. Finnur Kjølbro plays guitar, harmonica, and also sings together with Anna Lovisa. The two of them are sure to create a truly special moment with original songs and beloved Christmas tunes, where voices, sound, and light blend into a heartfelt Christmas experience in the cozy surroundings of Biskupsstøðgarður.
The garden will, of course, be decorated for the occasion, and included in the ticket price is special Christmas tea and almond rice pudding. Homemade gløgg and other treats can be purchased inside.
Come and enjoy a warm and intimate moment in the heart of the winter darkness — with music, lights, and Christmas coziness.
Location
Biskupsstøðgarðurin