logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Mikukvøld á Hermótinum

15oct7:00 pm10:00 pmMikukvøld á Hermótinum7:00 pm - 10:00 pm(GMT+00:00) Heygavegur 42

Event Details

Royn figurborðspøl á Hermótinum! 🎨🎲

Hvørt mikukvøld frá klokkan 19:00 til 22:00 bjóðar Hermótið øllum vælkomin til eitt hugnaligt kvøld, har gestir og limir kunnu hittast, mála figurar, spæla og njóta gott samanhald 🤩

Á Heygavegi 42 í Klaksvík hava vit alt, sum krevst fyri at njóta hetta ítrivið til fulnar. Vit hava eitt stórt málaraborð við góðum ljósi og einum fjølbroyttum úrvali av máling og amboðum, har ein kann fáa sínar figurar til lívs. Eigur tú ikki egnar figurar? Tað ger einki, vit hava figurar, sum tú kanst royna teg við, púra ókeypis 🎨🧙‍♂️✨

Hevur tú heldur hug at royna teg í einum strategiskum figurborðspæli? Gaman í! Á Hermótinum standa fleiri borð klár við stórslignum landslagi, har herdeildir av figurum kunnu bresta saman í einum spennandi dysti. Her ber til at brúka sínar egnu figurar ella læna frá okkum⚔️🔥

Endamálið við hesum tiltaki er at vekja áhuga fyri figurborðspølum og at bjóða bæði ungum og vaksnum ein felags pall, har kreativitetur, strategisk hugsan og sosial samvera ganga hond í hond. Vit gleðast um øll, ið koma á gátt, og taka altíð væl ímóti nýggjum gestum ☺️

Vit síggjast á Hermótinum! 

ENGLISH

Try out miniature tabletop games at Hermótið! 🎨🎲

Every Wednesday evening from 19:00 to 22:00, Hermótið warmly welcomes everyone to a cozy evening where guests and members can meet up, paint miniatures, play games, and enjoy great companionship 🤩

At Heygavegur 42 in Klaksvík, we have everything you need to fully enjoy this hobby. We offer a large painting table with good lighting and a wide selection of paints and tools so you can bring your miniatures to life. Don’t have your own miniatures? No problem—we have ones you can try out, completely free of charge 🎨🧙‍♂️✨

Would you rather try your hand at a strategic miniature tabletop game? Go for it! At Hermótið, several tables are ready with epic terrains where armies of miniatures can clash in exciting battles. You can use your own miniatures or borrow some from us ⚔️🔥

The goal of this event is to spark interest in miniature tabletop gaming and to offer both young people and adults a shared space where creativity, strategic thinking, and social connection go hand in hand. We’re happy to welcome everyone who stops by and are always excited to meet new guests ☺️

See you at Hermótið!

Time

October 15, 2025 7:00 pm - 10:00 pm(GMT+00:00)
loader-image
Klaksvík, FO
8:02 pm, Nov 18, 2025
temperature icon 0°C
light snow
66 %
1022 hPa
33 mph
Wind Gust: 34 mph
Clouds: 100%
Visibility: 1.977 km
Sunrise: 8:48 am
Sunset: 3:35 pm