Norðoyastevnukonsert við Terja Rasmussen Band
Event Details
Ein av okkara fólkakærastu sangarum og sangskrivarum seinastu mongu ártíggjuni, Terji Rasmussen, hevur – nú vit skriva 2025 – savnað sínar soldátar og bjóðar Føroya fólki á konsert í mai
Event Details
Ein av okkara fólkakærastu sangarum og sangskrivarum seinastu mongu ártíggjuni, Terji Rasmussen, hevur – nú vit skriva 2025 – savnað sínar soldátar og bjóðar Føroya fólki á konsert í mai mánað. Og 30.mai, fríggjakvøldið á Norðoyastevnu, verður konsert í Varpinum í Klaksvík.
Og forkunnugt verður tað, tí Terji og hansara manning fara umframt at spæla løg frá hansara longu virkisleið úr farnu øld, eisini at spæla løgini, ið eru úkomin í 20’unum.
Tað er ikki ofta vit hava hoyrt Terja við orkestrið spæla undir egnum navni. Tí kunnu vit vænta okkum eina breiða viftu av sangum umboðandi eitt heilt ættarlið.
Flestu okkara munnu kenna Reynafrensin í Føstufressa høpi, saman við Frændum, Moirae og eisini saman við Eyðun Nolsøe og Kim Hansen.
Terji hevur seinnu mongu árini verið maðurin aftan fyri konsertstaðið Maggies í Nólsoy. Samstundis hevur hann havt eitt studio, har fleiri útgávur eru gjørdar; teirra millum hansara egnu sangir. Í 2020’unum hevur Terji útgivið løgini “So sigst”, “Bla bla bla”, “Marianna” og “Minnini mynna meg”, sum øll hava verið nógv spæld í útvarpi og á sosialum miðlum.
Terji er somuleiðis aktuellur við nýggjum lagið, ið kallast “Ophelia”
Júst somu tónleikarar, sum hava spælt við á hesum seinastu sangunum hjá Terja verða eisini við honum á konsertferðini. Og her er talan um nakrar av okkara royndastu og fremstu tónleikarum. Umframt Terja, sum syngur og spælir guitar, verður Josva Debes við á trummum, Jóhannus á Rógvu Joensen á bassinum, Kim Hansen á klaverinum, og Fríði Bjørgvin – sonur Terja – á elektriska guitarinum. Ljóðinum stendur Jónas Bloch Danielsen fyri.
Omaná nýggju sangirnar frá hesum ártígginum lovar faðirin at óteljandi av okkara sangperlum, at framførdir verða sangir heilt frá byrjanini av 80’unum fram til dagin í dag.
ENGLISH
One of the Faroe Islands’ most beloved singers and songwriters of recent decades, Terji Rasmussen, has – now in 2025 – gathered his “soldiers” and is inviting the Faroese people to a concert in May. On Friday, May 30, during Norðoyastevna, a concert will take place at Varpið in Klaksvík.
It promises to be a unique experience as Terji and his band will not only perform songs from his long career of the past century but also showcase tracks released in the 2020s.
It’s a rare treat to hear Terji perform with a band under his own name. Audiences can expect a wide array of songs representing an entire generation.
Most of us know him from Reynafrensin in Føstufressa settings, with Frændur, Moirae, and also alongside Eyðun Nolsøe and Kim Hansen.
In recent years, Terji has been the man behind the concert venue Maggies in Nólsoy. At the same time, he has maintained a studio where several albums have been produced, including his own songs. In the 2020s, Terji has released tracks such as So sigst, Bla bla bla, Marianna, and Minnini mynna meg, all of which have been widely played on radio and social media.
Currently, Terji has a new single, Ophelia.
The same musicians who played on Terji’s recent tracks will join him on this concert tour. These include some of the Faroes’ most experienced and accomplished musicians. In addition to Terji, who sings and plays guitar, the lineup features:
Josva Debes on drums
Jóhannus á Rógvu Joensen on bass
Kim Hansen on piano
Fríði Bjørgvin (Terji’s son) on electric guitar
Sound engineering will be handled by Jónas Bloch Danielsen.
Alongside new songs from this decade, Terji promises countless Faroese classics, performing hits from the early 1980s to today.
more
Time
May 1, 2025 10:00 pm - 11:30 pm(GMT+00:00)