Skip to main content
search
0

Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi + Tann óveruliga verðin hjá Aldu

4:30 pm(GMT+00:00) sat18jan4:30 pmSkúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi + Tann óveruliga verðin hjá Aldu BarnafilmsfestivalurinEvent Type MovieVarpið, Klaksvíksvegur 2

Event Details

Sýndir vera fýra partar av nýggju heimildarseriuni ”Mín skúlaflokkur í Grønlandi” og ein partur av ”Tann óveruliga verðin hjá Aldu”.

Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi

Í eini skúlastovu í Ilulissat í Grønlandi sita Mino, Laura og Aliqiaq saman við hinum floksfeløgunum í 5. A. Tey eru øll spent í huga, tí ein drongur í flokkinum, Inunnquaq, hevur gjørt av at luttaka í hundasletukapping á fyrsta sinni. Bygdin skipar fyri hesum á hvørjum ári, og øll í flokkinum ætla at rópa á hann.
Tey hava gott samanhald í flokkinum, og nú fer eisini at stunda til jóla. Børnini gleða seg til mest jólabasarin og at dansa fyri foreldrunum, tá ið skúlin skipar fyri ‘kaffemik’. Foreldrini at summum børnum eru skild, men tá ið jólatiltøk eru, fegnast børnini um at síggja foreldrini sita saman. Hóast góða samanhaldið, so klandrast tey eisini onkuntíð – eitt nú í fimleikatímanum. Vit hitta eisini Aviaja, sum er nýggjur næmingur í flokkinum og roynir at finna sítt pláss í flokkinum.
Børnini hugsavna seg nógv um frítíðarítriv sum t.d. fótbólt og at fiska; og um heimalívið og foreldrini. Men skúlin hevur eisini nógv at siga fyri tey – upp á gott og ónt. Tað er í skúlanum, at tey fáa vinir og læra seg sjálvi at kenna.
Heimildarrøðin fylgir flokkinum í eitt skúlaár og er í tíggju pørtum, vit sýna fýra partar.

Um heimildarseriuna

Uppruna heiti: ATUAQATIKKA

Heimildaraseria
Longd: 30 min
Framleiðslu ár: 2024
Land: Danmark, Grønland
Leikstjóri: Ulla Søe
Týðing: Jákup Veyhe
Røddir: Jákup Veyhe
Aldur: 9+



Tann óveruliga verðin hjá Aldu

Filmurin snýr seg um eina 6 ára gamla gentu, sum eitur Alda. Henni dámar ikki serliga væl grønmeti. Alda hevur stórt hugflog og ger gerandisdagin um til eitt ævintýr. Hon hevur ein vin, sum eitur Luddi. Saman fara tey eina ævintýraferð har nógv spennandi hendir.

Um filmin

Longd: 13 min
Framleiðsluár: 2023
Land: Føroyar
Leikstjóri: Tóki Jansson
Aldursmark: 9+

Ókeypis atgongd.

more

Time

January 18, 2025 4:30 pm(GMT+00:00)

Close Menu
Contact us

info@klaksvik.fo
tel.: +298 456939