Skip to main content
search
0

Søgur úr fuglahúsinum - føroysk tala

11:00 am(GMT+00:00) fri17jan11:00 amSøgur úr fuglahúsinum - føroysk talaBarnafilmsfestivalurinEvent Type MovieKlaksvíkar Bókasavn, Biskupsstøðsgøta 9

Event Details

Hugflogið fer til stroks í hesum litríka, undurfulla filminum, sum franska filmsfelagið Dandeloo hevur latið av hondum. “Søgur úr fuglahúsinum” er ein røð av stuttfilmum, sum byggja á 9 ymiskar barnabøkur eftir víðagitnar teknarar.

Filmurin spælir í ring.

Vit hitta eitt nú ein mann, sum við hjálp frá fuglum roynir at læra seg at flúgva; og eitt áarross, sum smæðist um sína stóru rumpu; og ein pingvin, sum altíð er kaldur; og Matthew, sum stúrir fyri, at pápin ikki heintar hann í barnagarði, um grøni bilurin hjá teimum gongur fyri. Eisini dreingin Gaston, sum gongur og melur við einum fugli á høvdinum; og fimm løgnar vinir, sum fáa vitjan av einum óvanliga spennandi manni; og ein fugl, sum av óvart etur eina stjørnu; og at enda verður ein vøkur endurtulking av Tummilinu eftir H.C. Andersen.

Um filmin
Upprunaheiti: La Cabane aux oiseaux
Longd: 75 min
Framleiðsluár: 2018
Land: Frakland
Leikstjóri: Célia Rivière
Týðing: Dania O. Tausen
Røddir: Dania O. Tausen við familju
Aldursmark: 3+

OKEYPIS

more

Location

Klaksvíkar Bókasavn

Biskupsstøðsgøta 9

Other Events

Time

January 17, 2025 11:00 am(GMT+00:00)

Close Menu
Contact us

info@klaksvik.fo
tel.: +298 456939