This is a repeating eventMarch 5, 2026 9:00 am
Spinning fyri roynd
Event Details
– skeið mikudagin til fríggjadagin 4. – 6. Mars frá kl. 09.00 til kl 15.00 Lyft tína spinning upp á eitt hægri
Event Details
– skeið mikudagin til fríggjadagin 4. – 6. Mars frá kl. 09.00 til kl 15.00
Lyft tína spinning upp á eitt hægri stig!
Á hesum skeiðinum fyri roynd verður dentur lagdur á førleikamenning, betri mannagongdir og kreativa granskan.
Skeiðið er ætlað fólki, sum hava tikið fyrstu fetini við spinning og duga grundleggjandi tingini við at spinna á fótarokki, men vilja menna teknisku førleikarnar og víðka kreativa sjónarringin. Í tríggjar dagar lærir tú at neyvstilla fótarokkin, at karða og kemba, so úrslitið verður javnt og støðugt, og miðvíst at spinna ymiskar træðrir – alt frá sløttum og sterkum til mjúkar og lættar. Vit royna eisini ymisk listtógv saman við føroysku ullini fyri at vísa fjølbroyttu møguleikarnir.
Í tríggjar dagar lærir tú:
- at neyvstilla rokkin – um hvussu spenningur, lutfall, stillan ávirka ymisk tógvasløg, og hvussu tú stýrir gongdini fyri at fáa ætlaða úrslitið.
- at karða og kemba betri – um hvønn týdning fyrireikingin hevur fyri at fáa eina vakra, javna og støðuga spinning.
- at gagnnýta bæði brodd og rót – um hvussu tú kanst spinna slætt og sterkt við broddi og mjúkt og lætt við rót.
- At spinna við ávísum endamáli – um hvussu tú mennir tínar førleikar at leggja spinningina soleiðis til rættis, at tú veitst – og ikki bara gitar – vekt og tjúkt.
- At spinna javnari – um hvussu tú venur vøddaminni og tú fært stýrt, hvussu tú dregur og gevur út, so tógvið verður javnt og dygt.
- At royna kreativa spinning – um hvussu tú kanst spinna stuttligt og livandi tógv, so tínar ullintu verkætlanir verða enn meira persónligar og spennandi.
- At hámeta føroysku ullina – um hvørjar styrkir, eginleikar og smidleika føroyska ullin hevur, og hvussu ymisk tógv tú kanst spinna úr henni.
Tá ið skeiðið er liðugt, hevur tú eitt úrval av ymiskum tógvi, eina djúpari fatan av fótarokkinum og hvussu tú fyrireikar ullina til spinning, og tú hevur fingið dirvi at spinna tógv, sum bæði er javnt eins og heilt serligur.
Vit bjóða mat og drekka allar dagarnar.
Kostnaður kr. 2.925,00
Til ber eisini at luttaka við egnum rokki – tilmelding niðanfyri:
EN
Spinning for Experienced Spinners with Theresa George from The Spinning Barn – spinning wheel loan included
– course from Wednesday to Friday, March 4–6, from 9:00 AM to 3:00 PM
Take your spinning to the next level!
This advanced course focuses on skill development, improved techniques, and creative exploration.
The course is intended for people who have taken their first steps in spinning and are familiar with the basics of using a treadle spinning wheel, but who want to develop their technical skills and broaden their creative perspective. Over three days, you will learn how to fine-tune your spinning wheel, how to card and comb wool to achieve an even and consistent result, and how to deliberately spin different types of yarn—from smooth and strong to soft and light. We will also experiment with various art fibers together with Faroese wool to demonstrate the wide range of possibilities.
Over three days, you will learn:
- how to fine-tune the spinning wheel – how tension, ratios, and settings affect different yarn types, and how to control the process to achieve the desired result
- how to card and comb more effectively – and why preparation is crucial for creating a beautiful, even, and stable yarn
- how to use both tip and root fibers – how to spin smooth and strong yarn using the tips, and soft and light yarn using the roots
- how to spin with intention – how to plan your spinning so you know, rather than guess, the weight and thickness of the yarn
- how to spin more evenly – how to train muscle memory and control drafting and release so the yarn becomes consistent and strong
- how to explore creative spinning – how to spin playful and lively yarns, making your wool projects more personal and exciting
- how to appreciate Faroese wool – its strengths, qualities, and versatility, and the different yarns you can spin from it
When the course is finished, you will have a selection of different yarns, a deeper understanding of the treadle spinning wheel and wool preparation, and the confidence to spin yarn that is both even and truly unique.
Food and drinks are provided every day.
Cost: DKK 2,925.00
It is also possible to participate with your own spinning wheel – registration below:
Location
Spinnaríið
Klingrugarður