logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Útgávukonsert við Benjamin Rajani

sat29mar8:00 pm9:00 pmÚtgávukonsert við Benjamin RajaniRelease Concert with Benjamin RajaniVarpið, Klaksvíksvegur 2

Event Details

Benjamin Rajani er ein føroyskur sangari og sangskrivari, ið skrivar nemandi yrkingar og fangandi løg. Tónleikurin er eyðkendur av norðurlendskum sorgblídni við íblástri frá eitt nú Sigur Rós og Neil Young.

Í mars 2025 útgevur Benjamin sína debut heildarútgávu “Tá hvørt ljós líkist tær”.

12 føroyskir sangir eru á útgávuni, og tríggir teirra eru longu útgivnir sum stakløg: “Royni enn at gloyma”, “Mánakvøld”, og “Lívsins balkong”. Hesi stakløgini hava verið væl móttikin, og hava millum annað ført til eina grein í stóra danska tónleikablaðnum GAFFA, umframt eina samrøðu og avspælingar á DR P5.

Heildarútgávan er ein ambitiøs verkætlan sum Benjamin hevur arbeitt uppá í meir enn fýra ár. Hon er framleidd í Keypmannahavn av navnframa Esben Svane (Kalaset, Hjalmer, Beinir). Sangirnir snúgva seg m.a. um kærleika, nostalgi, vinarbond og hjartasorg. Tónleikurin á plátuni hevur ein serligan 60’ara dám, við strúkara- og blásaraútsetingum ið eru inspireraðar av The Beatles og The Beach Boys. Strúkarar og blásarar vera eisini við á konsertferðini hjá Benjamin og bólkinum, sum koma úr Keypmannahavn heim til Føroyar at framføra nýggja tónleikin.

Manningin er:
Benjamin Rajani: Gittar, sang

Jónas Gaard: Gittar, banjo, el gittar

Aksel Remmel: Klaver

Hjørtur Háberg: Trummir Ari Seward: Bass

Jónas Gaard (Farin, Hon er mítt heim) hitar upp til konsertina.

Møguligt verður at keypa nýggju plátuna hjá Benjamin Rajani á vinyl.

Í ummæli av konsertini, Benjamin hevði á G! Festivalinum í 2023, skrivaði KVF: “Benjamin hevur veruligan X-factor, ið er trupul at seta orð á… eitt huglag, ein sjarma og ein grundleggjandi musikalitetur.”

EN:

Benjamin Rajani is a Faroese singer and songwriter who writes tender lyrics and catchy songs. His music is characterized by Nordic melancholy, with influences from artists such as Sigur Rós and Neil Young.

In March 2025, Benjamin will release his debut album “Tá hvørt ljós líkist tær” (“When Every Light Resembles You”).

The album features 12 Faroese songs, three of which have already been released as singles: “Royni enn at gloyma” (“I Still Try to Forget”), “Mánakvøld” (“Moonlit Evening”), and “Lívsins balkong” (“The Balcony of Life”). These singles have been well received and have, among other things, led to an article in the major Danish music magazine GAFFA, as well as an interview and airplay on DR P5.

The album is an ambitious project that Benjamin has worked on for over four years. It was produced in Copenhagen by the renowned Esben Svane (Kalaset, Hjalmer, Beinir). The songs explore themes such as love, nostalgia, friendships, and heartbreak. The music on the album has a distinctive 60s feel, with string and brass arrangements inspired by The Beatles and The Beach Boys. String players and brass musicians will also join Benjamin and the band on tour, as they return to the Faroe Islands to perform the new music.

The lineup is:

  • Benjamin Rajani: Guitar, vocals
  • Jónas Gaard: Guitar, banjo, electric guitar
  • Aksel Remmel: Piano
  • Hjørtur Háberg: Drums
  • Ari Seward: Bass

Jónas Gaard (Farin, Hon er mítt heim) will warm up for the concert.

It will be possible to buy Benjamin Rajani’s new album on vinyl.

In a review of the concert Benjamin performed at the G! Festival in 2023, KVF wrote: “Benjamin has a real X-factor that is hard to put into words… an attitude, a charm, and a fundamental musicianship.”

more

Time

March 29, 2025 8:00 pm - 9:00 pm(GMT+00:00)

Get Directions

Comments are closed.

loader-image
Klaksvík, FO
10:35 pm, Apr 26, 2025
temperature icon 9°C
broken clouds
Humidity 99 %
Pressure 1014 hPa
Wind 15 mph
Wind Gust Wind Gust: 19 mph
Clouds Clouds: 81%
Visibility Visibility: 10 km
Sunrise Sunrise: 5:26 am
Sunset Sunset: 9:21 pm