logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri

15mar4:00 pmVárkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri4:00 pm(GMT+00:00) Varpið, Klaksvíksvegur 2

Event Details

Føroyskur solistur og komponistur á várkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri

Eftir eina nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at samstarva við føroyskar solistar. Á várkonsertini spælir klaverúrmælingurin Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov og síðani verk eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava. 

Eli Tausen á Lava er virkin sum tónaskald, klaverspælari og elektroniskur tónleikari. Við masterútbúgving í tónasmíði frá New York University hevur Eli seinastu árini samstarvað við BBC Scottish Symphony Orchestra, Helsingborgs Symfoniorkestur, The Rhythm Method, Aldubáruni og nú eisini Føroya Symfoniorkestri.

Orkesturverkið let me cry gjørdist eitt satt gjøgnumbrot fyri Eli. Verkið varð frumframført í 2024 á Nordic Music Days í Skotlandi. Hetta vakti stóran ans, og fleiri evropeisk orkestur hava síðani sett verkið á skrá.

Aksel Remmel er klaverleikari og hevur lokið masterútbúgving á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn í 2025 hjá Jens Elvekjær, professara.
Aksel vann í 2021 tónleikakappingina Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar, og
hann hevur áður framført saman við Føroya Symfoniorkestri.
Á várkonsertini spælir Aksel Remmel á fyrsta sinni eina heila klaverkonsert við symfoniorkestri.

Rachmaninov skrivaði klaverkonsert nr. 2 í árunum 1900 og 1901. Eftir eina katastrofala frumframførslu, har Rachmaninov sjálvur spældi klaver, gjørdist klaverkonsertin eftirfylgjandi eitt av mest spældu verkum hansara.

Tjajkovskij 4. symfoni
4. symfoni eftir Tjajkovskij varð skrivað millum 1877-1878. Verkið snýr seg um fatum, sum merkir lagna á latínskum, og tí eisini kent sum lagnusymfoniin.
Verkið varð skrivað, meðan Tjajkovski fór gjøgnum djúpa persónliga kreppu, sum hoyrist aftur í hugtunga og dramatiska tónleikinum.
Hóast symfoniin fyrst varð móttikin við blandaðum reaktiónum, so er verkið í dag mett at vera millum týdningarmiklastu verkum eftir tónaskaldið og verður framført kring allan heimin.

Catherine Larsen-Maguire
Catherine er fødd í Manchester og hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin.

Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin tók Catherine í 2012 avgerð um at fara eftir dirigentdreyminum. Síðani hevur hon staðið á pallinum við framúr góðum orkestrum, eitt nú London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radiosymfoniorkestri, Orchestre du Capitole de Toulouse og Hong Kong Sinfonietta.

Við brennandi áhuga fyri unga ættarliðnum av tónleikarum hevur hon undirvíst og stjórnað ungdómsorkestrum kring heimin og verið gestaprofessari á Universität der Künste í Berlin.

Føroya Symfoniorkestur hevur gjørt 4-ára samstarvsavtalu við Catherine.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Solistur: Aksel Remmel (FO) 
Nær: Leygardagin, 15. mars kl. 16.00
Stað: Varpið
Kostnaður: 365 kr., lesandi 250 kr.

https://www.atgongumerki.fo/3573583/varkonsertin-hja-foeroya-symfoniorkestri

EN

Faroese Soloist and Composer at the Spring Concert of the Faroe Islands Symphony Orchestra

After a New Year’s concert filled with Faroese soloists, the Symphony Orchestra continues its collaboration with Faroese artists. At the spring concert, pianist Aksel Remmel will perform Piano Concerto No. 2 by Sergei Rachmaninov, followed by a work by composer Eli Tausen á Lava.

Eli Tausen á Lava is active as a composer, pianist, and electronic musician. With a master’s degree in composition from New York University, Eli has in recent years collaborated with the BBC Scottish Symphony Orchestra, Helsingborg Symphony Orchestra, The Rhythm Method, Aldubáruni, and now also the Faroe Islands Symphony Orchestra.

The orchestral work let me cry became a true breakthrough for Eli. The piece was premiered in 2024 at Nordic Music Days in Scotland. It attracted great attention, and several European orchestras have since added it to their programs.

Aksel Remmel is a pianist who completed a master’s degree at the Royal Danish Academy of Music in Copenhagen in 2025 under Professor Jens Elvekjær. Aksel won the 2021 Stella Polaris competition for young classical musicians and has previously performed with the Faroe Islands Symphony Orchestra. At this spring concert, Aksel Remmel will perform a full piano concerto with a symphony orchestra for the first time.

Rachmaninov composed Piano Concerto No. 2 in 1900–1901. After a disastrous premiere, in which Rachmaninov himself played the piano, the concerto subsequently became one of his most performed works.


Tchaikovsky – Symphony No. 4

Tchaikovsky’s Fourth Symphony was written between 1877–1878. The work is about fate (from the Latin fatum), which is why it is also known as the “Symphony of Fate.”
The symphony was composed while Tchaikovsky was going through a deep personal crisis, which is reflected in the intense and dramatic music.
Although the symphony initially received mixed reactions, it is today considered one of the composer’s most important works and is performed worldwide.


Catherine Larsen-Maguire

Catherine was born in Manchester and has lived in Berlin for the past 30 years. She studied music at Cambridge University, in Hannover, and at the Karajan Academy in Berlin.

After ten years as principal bassoonist at Komische Oper Berlin, Catherine decided in 2012 to pursue her dream of conducting. Since then, she has appeared on the podium with top orchestras such as the London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radio Symphony Orchestra, Orchestre du Capitole de Toulouse, and Hong Kong Sinfonietta.

With a strong passion for young musicians, she has taught and conducted youth orchestras around the world and served as a guest professor at Universität der Künste in Berlin.

The Faroe Islands Symphony Orchestra has signed a four-year collaboration agreement with Catherine.


Conductor: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Soloist: Aksel Remmel (FO)
Date & Time: Saturday, March 15 at 16:00
Venue: Varpið
Ticket Price: 365 DKK, students 250 DKK
Buy tickets

Time

March 15, 2026 4:00 pm(GMT+00:00)
loader-image
Klaksvík, FO
3:23 am, Mar 16, 2026
temperature icon 1°C
snow
92 %
1004 hPa
15 mph
Wind Gust: 9 mph
Clouds: 100%
Visibility: 0.02 km
Sunrise: 9:46 am
Sunset: 3:18 pm