Skip to main content
search
0

Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

2:00 pm - 5:00 pm tue15oct2:00 pmtue5:00 pmHeiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla SeglhúsinumEvent Type HeystglóðGamla Seglhúsið, Klaksvíksvegur 48

Event Details

Heiðrikur á Heygum sýnir fram listaverk síni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík frá fríggjadegnum 4. oktober til 25. oktober 2024.

 

Listaframsýningin hevur heitið, “hvøreriegnú?”. Framsýningin fevnir um 12 akvarellmálningar, sum hvør í sínum lagi lýsa menniskjalikamið í ymiskum dekonstruktueraðum støðum.

Framsýningin snýr seg um evnið umskapan, har Heiðrikur hugleiðir um ferðina frá onkrum gomlum til nakað nýtt. Í listaverkum sínum á framsýningini, hugleiðir Heiðrikur um endurskapan, endurføðing, samleika og grøðing. – Fyri at byrja av nýggjum, má ein bróta sundur.

Framsýningin kann vitjast gerandisdagar frá 14.00 til 17.00 og sunnudagar frá 15.00 til 18.00.

Hjartaliga vælkomin.

more

Time

October 15, 2024 2:00 pm - 5:00 pm

Get Directions

Close Menu
Contact us

info@klaksvik.fo
tel.: +298 456939