Skip to main content
search
0

Papageno & Gandadrykkurin

2:00 pm - 3:00 pm tue15oct2:00 pmtue3:00 pmPapageno & GandadrykkurinEvent Type HeystglóðVarpið, Klaksvíksvegur 2

Event Details

Í heystfrítíðini verður Varpið í Klaksvík umskapað til ein Gandaskóg ✨

Tá fer Opera.fo, í samstarvi við Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Manskóri, at skipa fyri eini spennandi skattajakt fyri tey yngru børnini.

Við íblástri úr kendu operuni “Gandafloytan” eftir Mozart, hevur operasangarin Birita Adela Davidsen tillagað søguna og sangirnar til eina samvirkna ævintýra-skattajakt.

Prinsurin Tamino er bitin av eini risaslangu og bert ein gandadrykkur frá Gandakellingini kann bjarga honum. Gandakellingin manglar tó tilfar, og tí noyðist Papageno inn í vandamikla Gandaskógin at finna allar lutirnar – og honum tørvar tykkara hjálp!

Herfinnur Árnafjall spælir leiklutin sum tann syngjandi fuglafangarin Papageno, sum ferðast gjøgnum Gandaskógin við børnunum. Á vegnum hitta tey m.a. prinsessuna Paminu, sum lærir børnini ein sang, disko-trøllið Monostatos, sum fær børnini at dansa, teir syngjandi prestarnar í Vísdómstemplinum og Náttardrotningina við teimum høgu tónunum 🎶
Skattajaktin er uml. 45 min., og er ætlað børnum í aldrinum 5-11 ár.

Við í prísinum er kaffi og køkur til mammur og pápar, ommur og abbar, gummur og gubbar, meðan tey bíða eftir børnunum ☕

Tvær skattajaktir verða hvønn dag; kl. 14:00 og kl. 15:30.

Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin 7. okt. á www.varpid.fo ✨

Plakat: Rókur Heinesen 2024

Pallmynd og prýðing: Eliana Svøðstein

more

Time

October 15, 2024 2:00 pm - 3:00 pm

Get Directions

Close Menu
Contact us

info@klaksvik.fo
tel.: +298 456939