
Diabetesgonga um allan heim – gongutúrur í Klaksvík ![]()
Sunnudagin 15. november kl. 14.00 verður skipað fyri diabetesgongu í Klaksvík. Møtt verður við Guttabreyt, haðani gingið verður út í Grøv. Túrurin er umleið 3–5 km, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við, bæði børn, vaksin og eldri ![]()
Global Diabetes Walk, diabetesgongan er eitt afturvendandi alheims átak, sum World Diabetes Foundation hevur tikið stig til. Í november mánaði savnast fólk í londum kring allan heimin til gongutúrar, fyri at varpa ljós á diabetes og týdningin av kropsligum virksemi í fyribyrging og handfaring av sjúkuni. Gongutúrarnir verða skipaðir í sambandi við altjóða diabetesdagin.
Tiltakið er eitt samstarv millum Steno Miðstøðina, Diabetesfelagið, Norðoya Gongufelag og Visit North.
Vónandi síggjast vit til ein góðan gongutúr! ![]()