logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Kunoy

Visti tú at eitt petti av Nóa ørk er onkustaðni á Kunoynni? Kræklingar og kúvingar vaksa á tí. Tá ið menn villast í mjørka á fjøllunum har, er sagt, at teir eru komnir fram á tað, men eingin hevur funnið tað, sum er farin at leita eftir tí. Kelda: Snar.fo

Eitt øki niðanfyri plantasjuna kalla kuningar fyri “frammi í Paradísi”, tí har er so vakurt og gróðrarmikið. Sig so tað.

Fjøllini í Kunoy eru eisini nakað fyri seg – av teimum 10 fjøllunum í Føroyum, sum eru omanfyri 800 metrar, eru sjey av teimum í Kunoy. Tað er ikki bara bara at fara í fjøllini í Kunoy – faktiskt siga vit at tað skal bara gerast saman við staðkendum ferðaleiðara. Vit kenna fleiri.

Nakað sum tó er so líkatil, er at fara ein túr í Plantasjuna omanfyri Kunoyarbygd. Mitt í plantasjuni er Eggjarsteinur – tað er møguliga stórsti fríttstandandi steinur í Føroyum – og har hongur eitt reip omanav honum. Hvør klárar at klintra uppá steinin?

Advertisement
loader-image
Klaksvík, FO
1:15 am, Aug 24, 2026
temperature icon 12°C
overcast clouds
96 %
1019 hPa
15 mph
Wind Gust: 18 mph
Clouds: 94%
Visibility: 10 km
Sunrise: 5:53 am
Sunset: 9:04 pm