logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Múli

Visti tú í Múla livdi ein tiltikin gandakallur? Hann kallaðist Guttormur í Múla. Søgnin sigur at pápi hansara Rasmus í Haraldsundi, var 103 ár, tá Guttormur var føddur, og at Guttormur misti pápa sín, tá hann var sjey ára gamal, og pápin, Rasmus, tá var 110 ár.

Man hetta nú passa?

Víst var Rasmus gamal, men var hann so gamal? Fleiri sagnir vilja verða við, at Rasmus var føddur í 1560, og Guttormur stendur til at vera føddur í 1657. Um so er, so var Rasmus var 97 ár, tá yngsti sonur hansara Guttormur var føddur.

Aðrar keldur – harímillum ættarbandsskráin á vanganum, vísa á at Rasmus var føddur í 1580

Rasmus var sostatt “bara” umleið 77 ára gamal. Rasmus doyði í 1664, og gjørdist sostatt 84 ára gamal. Helst passar tað, at Guttormur misti pápa sín, tá hann var sjey ára gamal. Mamma Guttorm, sum ikki er skrásett við øðrum navni enn “Absalonsdatter” var umleið 29 ár, tá Guttormur var føddur. Nær hon doyði vita vit onki um.

Tey fáu ár, sum Guttormur fekk saman við pápa sínum, hevur hann lært mangt og hvat. Søgnin sigur at gamli Rasmus var væl nøgdur við yngsta son sín, og at hann væntaði sær gott av honum.

Mestu vitanina hevur Guttormur tó lisið seg til. Presturin í Ónagerði lá í andaleypi, og gav arbeiðskonuni boð um at tveita allar bøkurnar á sjógv. Guttormur lá tá á helluni og fiskaði bøkurnar upp. Snilt!

Advertisement
loader-image
Klaksvík, FO
12:51 am, Jun 18, 2025
temperature icon 10°C
scattered clouds
87 %
1009 hPa
18 mph
Wind Gust: 26 mph
Clouds: 47%
Visibility: 10 km
Sunrise: 3:32 am
Sunset: 11:22 pm