Visti tú at ein gandakallur hevur búð úti á Oyri? Jeps, Rasmus úti á Oyri, og hann dugdi mangt og hvat. Rasmus var sonur navnframa Guttorm í Múla, og hevur eyðsæð arvað evnini hjá pápa sínum. Einaferð var hann eltur av tveimum seyðatjóvum millum Fjarða. Hann segði tá “Bannaðir, eg mátti givið tykkum puttin í ryggin!”, og teir báðir seyðatjóvarnir stóðu fastir og sluppu ikki úr stað, fyrr enn Rasmus var so mikið undankomin. Tað var eisini sami Rasmus, sum á sinni rak trøllið við Sjógv á dyr.
Munnu Oyramenn enn duga gand? Tað er ein góður spurningur, men vit vita í hvussu so er at fólkatalið úti á Oyri veksur við fullari ferð… Fyri 40 árum síðani búðu 14 fólk í bygdini, men við ársbyrjan 2025 búðu 156 fólk úti á Oyri. Er tað gandur ella gott byggilendi? Ongin veit.
Eitt fittligt spælipláss er nirði við kajina. Har er eitt sjórænaraskip við rusjubana. Øll hava gott av at spæla sjórænari av og á.
Keldur: Hagstova Føroya og snar.fo