logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Summarkvøld norðurum Kalsoy

Summer Evening North of Kalsoy

Kom við Draganum á ein hugnaligan túr úr Klaksvík norður til Kalsvíkar – norðast á Kalsoynni, har bjørgini, full av fuglalívi, ganga steyrrætt niður í havið.

Á túrinum verður siglt gjøgnum eitt av serligastu landsløgum í Føroyum, har vit síggja tær báðar Kalsoy og Kunoy úr sjónum.

Á dekkinum er Rani Nolsøe, sum við gittara og sangi syngur um Føroyar og fuglin har. Ja, hetta er land mítt!

Mikudagin 5. august verða tað Hans Hjalti Skaale og Jón Rói Høgnesen sum undirhalda á dekkinum

Umborð verður suppa, sodavatn, kaffi og kaka íroknað.

📅 Fríggjadagin 24. og 31. juli

📅  Mikudagin 5. august

🕕 Kl. 18.00–21.00

💰 Prísur: 675 kr. pr. persón

👥 Max. 30 luttakarar

📌 Bóking fer fram hjá Visit North. Plássini eru avmarkað – tryggja tær pláss til eitt hugnaligt summarkvøld á sjónum.

 

 

EN:

Join Dragin for a cosy evening boat trip from Klaksvík to Kalsvík, the northern tip of Kalsoy, where dramatic bird cliffs rise high above the sea and plunge steeply into the North Atlantic.

During the trip, we will sail through one of the Faroe Islands’ most spectacular coastal landscapes, enjoying unique views of both Kalsoy and Kunoy from the sea.

On board, Faroese musician Rani Nolsøe will entertain with guitar and songs about the Faroe Islands and its rich birdlife – including the beloved Faroese song Ja, hetta er land mítt (“Yes, This Is My Land”).

On Wednesday, 5 August, the entertainment on board will instead be provided by Hans Hjalti Skaale and Jón Rói Høgnesen.

Your ticket includes soup, soft drinks, coffee, and cake, served on board.

📅 Friday, 24 July, Friday, 31 July, and Wednesday, 5 August
🕕 6:00 PM – 9:00 PM

💰 Price: DKK 675 per person

👥 Maximum: 30 participants

📌 Booking is available through Visit North. Places are limited, so be sure to reserve your spot for a memorable summer evening at sea.

Additional information

loader-image
Klaksvík, FO
4:56 pm, Jul 21, 2026
temperature icon 1°C
snow
92 %
1004 hPa
15 mph
Wind Gust: 9 mph
Clouds: 100%
Visibility: 0.02 km
Sunrise: 9:46 am
Sunset: 3:18 pm