logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Syðradalur

Visti tú at Syðradalur er ein niðursetubygd, og at fólk av Blankskála búsettust á Syðradali tíðliga í nítjandu øld? Á Blankskála var vandin fyri skalvalopum stórur, og enn mintust fólk stóru vanlukkurnar, sum stóðust av skalvalopunum í Gerðum í 1745 og aftur í 1765. Á Syðradali vóru tey betur vard.

Men visti tú eisini at fimm íbygdir steinar eru á Syðradali? Tveir í sjálvari bygdini, tveir í bønum og ein uttanfyri garðarnar. Ikki er sørt at fólk hava sæð okkurt við og kring hesar steinar. Hetta veit Visit Kalsoy alt um.

Á sumri 2016 hátíðarhelt Syðradalur sín 200 ára dag, og í tí sambandi gjørdi Edward Fuglø, sum er ættaður av Syðradali, eina plakat, har bygdin er myndaevnið, og føroyskar blómur vaksa uppum alt. Vit hava nakrar fáar av teimum plakatunum til sølu á kunningarstovuni. Kom inn og síggj tær.

Advertisement
loader-image
Klaksvík, FO
11:27 am, Feb 14, 2026
temperature icon 1°C
snow
92 %
1004 hPa
15 mph
Wind Gust: 9 mph
Clouds: 100%
Visibility: 0.02 km
Sunrise: 9:46 am
Sunset: 3:18 pm