logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Trøllanes

Visti tú at trøll plagdu at yvirtaka bygdina norðuri á Nesi 13. kvøld á hvørjum ári. Tí eitur bygdin Trøllanes. Tað var so grúsomt, at bygdafólkið mátti rýma av bygdini áðrenn trøllini komu.

Gamla Gyðja orkaði simpulten ikki at rýma, men var verandi heima hjá sær sjálvari. Tá trøllini komu tysjandi, krógvaði Gyðja seg undir borðinum. Trøllini hildu levint og gang, og tá tað gjørdist ovboðið fyri Gyðju, rópti hon “Jesus náði meg”. Trøllini ræðast hetta vælsignaða navn. Tey skrálaðu “Gyðja loypti split í dansin”, og runnu skríggjandi avstað.

Síðan hevur verði friður av trøllunum norðuri á Nesi.

Hinvegin, so er ikki friður norðuri á Nesi. Nú bygdin full av ostum og turistum. Tann vanligasti spurningurin sum vit her á kunningarstovuni fáa, er hvussu slepst norð á Trøllanes. Tað ljóðar nokkso skek, tá turistar royna at siga Trøllanes. Tað er ikki heilt borðbart, so vit fara ikki at endurgeva tað her. Eitt sum vit plaga at fortelja turistunum, er um lítlu kioskina við heimsins enda – har kunnu tey nemliga keypa sær trøllaost og okkurt gott afturvið.

Advertisement
loader-image
Klaksvík, FO
12:43 am, Jun 18, 2025
temperature icon 10°C
scattered clouds
87 %
1009 hPa
18 mph
Wind Gust: 26 mph
Clouds: 47%
Visibility: 10 km
Sunrise: 3:32 am
Sunset: 11:22 pm