logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Svínoy

Visti tú at søgnin sigur at Svínoy var flotoygg. Viðingar hildu seg viðhvørt síggja eina oyggj, men hon var huld í mjørka, so teir kundu ikki vera heilt vísir í tí. Hetta loyndarmálið loysti ein súgv fyri teir. Viðingar áttu nemliga eina súgv, men ongan gølt. Tað løgna var tó at súgvin var kviðin á hvørjum ári. Hendan gátan skuldi loysast, so ein kona bant eina lyklakippu upp í halan á súnni, og so fór henda góða súgv síni ørindi. Hon leyp á sjógv í Eiðsvík, og løtu seinni kom ein oyggj til sjóndar sunnanfyri. Tá var tað at súgvin var komin í land, og lyklakippið sum konan hevði bundið í halan, var úr jarni. Jarn skal til, tá flotoyggj skal festast í botn. Tá vóru viðingar skjótir at manna bát og rógva út til oynna. Har var so smekkfult av svínum og tí eitur oyggin Svínoy.

Endurgivið – heilt leysliga – eftir søgn í Færøsk Anthologi frá 1891.

Annars, so vóru 31 fólk skrásett at búgva í Svínoy við ársbyrjan. Lokalar eldsálir hava eisini arbeitt við at fáa gamla svimjihylin aftur til heiður og æru. Sum skilst, so gongur hetta arbeiðið væl. Kanska er tað nettupp í summar, at tit skulu fara ein túr til Svínoyar? Garðurin á Stórheygnum bjóðar eisini heimablídni 😉

Advertisement
loader-image
Klaksvík, FO
4:57 pm, Jan 21, 2026
temperature icon 1°C
snow
92 %
1004 hPa
15 mph
Wind Gust: 9 mph
Clouds: 100%
Visibility: 0.02 km
Sunrise: 9:46 am
Sunset: 3:18 pm