logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Viðareiði

Visti tú at tveir dreingir hava búð og livað í fjøllunum á Viðareiði? Sambært søgn, sum Jakob Jakobsen hevur niðurskrivað, gjørdust tveir fátækramannasynir uppi við Garð á Viðareiði, foreldraleysir, tá bæði foreldrini brádliga doyðu av sjúku. Ongin tók hesar neyðars dreingir til sín, so teir yvirlivdu við at bidda og stjala. Tá teir brádliga hvurvu úr bygdini, hildu fólk bara at teir vóru deyðir, og hugsaðu so ikki meir um teir. Kjøt hvarv tó framvegis úr hjøllunum, tað hendi í so ofta at seyður eisini hvarv. Menn fóru at kanna hví so var vorið. Nógv ár seinni raktu teir við tveir menn uppi í Villingadalsfjalli. Báðir vóru trølsligir á at líta, við lodnum hári og skeggi, og klæddir í seyðaskinn. Bygdarmenninir royndu at fanga teir, men kundu ikki náa at teimum. Útiløgumenninir vóru uppi í erva, kastaðu grót oman og spentu við fótunum stórar klettar, so tað var vandi við at søkja at teimum. Tá tóku menn at lova teimum gott, søgdu, at einki ilt skuldi vera gjørt teimum, og fingu teir so umsíðir upp ímillum fólk aftur. Hetta vóru garðsdreingirnir, ið úti vóru lagstir og nú vóru tilkomnir menn.

Hetta er so søgnin um útiløgudreingirnir á Viðareiði. Ein syrgilig søgn um tá bygdin svíkur.

Eins og fjøllini og bjørgini hava hildið lív í útiløgudreingjunum, hava tey eisini breyðføtt viðingar ígjøgnum øldir.

Advertisement
loader-image
Klaksvík, FO
12:31 am, Jun 18, 2025
temperature icon 10°C
scattered clouds
89 %
1009 hPa
18 mph
Wind Gust: 26 mph
Clouds: 47%
Visibility: 10 km
Sunrise: 3:32 am
Sunset: 11:22 pm