logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Betri Banki: Skalt tú byggja?

06oct7:00 pm8:30 pmBetri Banki: Skalt tú byggja?7:00 pm - 8:30 pm(GMT+01:00) Betri Banki, Bøgøta

Event Details

Skalt tú byggja?

Kom við til eitt kunnandi tiltak, har tú fært góð ráð og svar frá serkønum upp á tínar spurningar um byggiverkætlanina.

At byggja hús er ein stór íløga, sum krevur bæði tíð, orku og pengar. Fyri at verkætlanin skal eydnast væl, er umráðandi at vera væl fyrireikað/ur, so byggiverkætlanin heldur tíðar- og kostnaðarætlanina.

Kom við til okkara kvøld um bygging, har tú fært góð ráð frá okkara ráðgevum og serkønum fakfólki innan bygging og sólorku. Harumframt fært tú innlit frá okkara kundum í, hvat eydnaðist væl og minni væl í teirra byggiverkætlan.

Tú fært góð ráð og kunning um

  • at leggja eina haldgóða fíggjarætlan
  • hvat tú skalt hugsa um, áðrenn spakin verður settur í
  • hvussu tú sleppur undan mest vanligu mistøkunum
  • møguleikar við sólorku.

Skrá

Klokkan 19 greiðir Oluffa Olufsdóttir, deildarleiðari, frá, hvussu vit ráðgeva og vegleiða frá A til OY í einari byggiverkætlan.

Klokkan 19:20 greiðir Øyvind Bjerkenes, byggifrøðingur, frá, hvat er umráðandi at hugsa um, áðrenn tú byggir, og vísir á vanlig mistøk, og hvussu tú sleppur undan hesum. 

Steðgur

Klokkan 20 greiðir ein kundi frá sínum royndum at byggja sethús.

Klokkan 20:15 greiðir Eyðun Djurholm, leiðari á innleggingardeildini hjá SEV, frá møguleikum við sólorku.

Eisini bjóða vit ábit, og tú fært møguleika at práta við fyrilestrahaldararnar um júst tína byggiverkætlan. 

Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding við at fara inn á hesa síðuna

Vit gleða okkum at síggja teg.

Location

Betri Banki

Bøgøta

Other Events

Time

October 6, 2026 7:00 pm - 8:30 pm(GMT+01:00)
loader-image
Klaksvík, FO
2:44 am, Sep 23, 2026
temperature icon 9°C
broken clouds
81 %
1017 hPa
10 mph
Wind Gust: 18 mph
Clouds: 84%
Visibility: 10 km
Sunrise: 7:12 am
Sunset: 7:25 pm