logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Ein totalt øðrvísi bók um Mikladals kirkju

29nov11:00 pmEin totalt øðrvísi bók um Mikladals kirkju11:00 pm(GMT+00:00) Mikladals kirkja

Event Details

Sunnudagin 29. november 2026 hendir nakað so sjáldsamt sum ein bókaútgáva í Mikladals kirkju. Tá verður bókin ”Stór er tín trúfesti” – Mikladals kirkja 111 ár, eftir Snorra Brend givin út. Bókin er eitt umfatandi verk upp á 440 síður, ið lýsir søguna um Mikladals kirkju, bygdafólkið og tey stóru tøkini, ið eitt lítið kirkjulið hevur tikið í meiri enn 400 ár. Í sambandi við at Mikladals kirkja fyllir 111 ár, hevur Snorri Brend savnað eitt stórt og fjølbroytt tilfar um kirkjuna og bygdina. ”Stór er tín trúfesti” er ikki bert ein vanlig kirkjusøga, men ein livandi og nærverandi frásøgn um trúfesti, trúskap, trúgv og gerandisdagin í eini føroyskari bygd, har kirkjan hevur verið savnandi miðdepilin bæði í gleði og sorg.

Útgávan byrjar við gudstænastu kl. 11, har Hanus á Gørðum prædikar. Aftaná verður eitt útgávutiltak í skúlanum við framløgu, einum góðum bita og hugnaligari samveru

Location

Mikladals kirkja

Time

November 29, 2026 11:00 pm(GMT+00:00)
loader-image
Klaksvík, FO
8:21 pm, Nov 23, 2026
temperature icon 8°C
overcast clouds
74 %
1018 hPa
20 mph
Wind Gust: 37 mph
Clouds: 94%
Visibility: 10 km
Sunrise: 9:01 am
Sunset: 3:24 pm