logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Floksmannadagur 26. juni 2027

26jun10:00 amFloksmannadagur 26. juni 202710:00 am(GMT+01:00) Hattarvík

Event Details

https://www.atgongumerki.fo/events/3671219

Leygardagin 26. juni 2027 verður ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna. 

Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í  “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.

Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.

Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt.

Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum, rullipylsa, kjøtpylsa, egg, sild skinsakjøt – alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.

Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Á eggini verður skerpikjøt og okkurt gott frá bryggjmeistaranum Einar Waag afturvið. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.

Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir við vælkomudrykki og leskiligari suppu vm. Eftir hetta verður vitja í kirkjuni har sagt verður frá um ymiskt siðsøguligt umframt tónleikur, áðrenn leiðin síðani liggur til seyðhúsi á Uppistovugarðinum, har kokkurin hevur borðreitt við tíggju ymiskum smárættum, tilgjørdir úr hágóðsku rávørum og lyftir upp á eitt høgt gastronomiskt stig. Eisini verður sjálvandi serligt Floksmannabryggj afturvið.

Síðani verður tað søgufrøðingurin Andras Sólstein, sum hugleiðir við søgum og mentan áðrenn fjøldin fylgir kokkinum oman á gravarbakka, til at grava máltíðina upp.

Ímeðan kokkurin og hjálparfólk gera klárt til at njóta høvðusmáltíðina, verður kvæðarokkur við Hamradun á skránni.

Síðani verður borðhald og felagssangur.

Tá ið klokkan nærkast 19:30 verður leiðin sett oman á Trøllagjónna til fráferðina við ”Rituni” til heimferðina.

Best er um fólk hava ein lítlan ryggsekk við, góð uttandurða klæðir og góðar skógvar til hagatúrðin.

Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við “Rituni”.

Aldursmark 18 ár.
 
Kostnaður er 2.495,00 kr. pr. persón

​Luttøkan er avmarkað.

Íroknað kostnaðin er:

  • Ferðaseðlakostnaður við “Rituni” fram og aftur
  • Allur matur og drekkivørur
  • Undirhald
  • Ferðaleiðarar vm.

Møguleiki er eisini fyri at bíleggja sær pláss við leigubussinum, hjá HK Bussar, sum fer av Farstøðini í Havn kl. 06:45 og heintar fólk ávegis norður til Hvannasund. 

Bussurin koyrir umvegis Eysturoyartunnilin og steðgar á við Skipanes, Magnstøðina í Gøtudali og Bónus í Klaksvík.

Hesin bussur koyrir aftur til Havnar við komu til Hvannasunds eftir tiltakið og syrgir fyri at øll koma uppá pláss.

Kostnaðurin fyri hetta er kr. 250,00


In the Footsteps of the Floksmenn

A unique nature, food, and cultural experience in Hattarvík

On Saturday, 26 June 2027, join a one-of-a-kind journey to Hattarvík, where history, Faroese cuisine, and dramatic nature come together in the footsteps of the legendary Floksmenn.

Created by Gutti Winther and Símun Gullaksen, this experience grew out of their collaboration on Spískamarið in 2014, including the famous underground slow-roasted lamb, cooked beneath the earth for 4–5 hours.

The day begins

The tour departs from Hvannasund at 08:45 aboard the ferry Ritan. During the scenic 1 hour and 15 minute crossing, you’ll enjoy spectacular views of Viðoy, Svínoy, and Fugloy from the sea.

Upon arrival in Hattarvík, you’ll be welcomed at Trøllagjónna before heading directly to the historic Floksmenn fields near Bakkahjallurin, where preparations over the open fire begin.

A traditional Faroese breakfast

A hearty Faroese breakfast is served, featuring local specialties such as:

  • Rolled sausage
  • Meat sausage
  • Eggs
  • Pickled herring
  • Wind-dried meat
  • And other traditional Faroese delicacies

Guided hike with local history

After breakfast, enjoy a 3-hour guided hike to Eystfelli via Knúkur and along the dramatic cliff edge. Along the way you’ll:

  • Look down over Bispin (Stapan) and Leypurskorð
  • Taste traditional wind-dried mutton paired with refreshments from brewer Einar Waag
  • Hear fascinating stories about the area’s history and legends from experienced local guides

Food, music and storytelling

Back in the village you’ll be welcomed with a drink and homemade soup before visiting the church, where you’ll hear stories about local history and enjoy live music.

The experience continues in the sheep house at Uppistovugarður, where the chef serves ten small gourmet dishes made from premium Faroese ingredients, accompanied by a specially brewed Floksmann beer.

Historian Andras Sólstein shares stories about the Floksmenn and the area’s rich cultural heritage before guests follow the chef to uncover the underground slow-cooked main course.

While dinner is prepared, the traditional chain dance group Hamradun provides entertainment with Faroese ballads.

The evening concludes with the main meal, communal dining, and Faroese singing.

Return journey

At around 19:30, guests walk back to Trøllagjónna, where Ritan departs for the return trip to Hvannasund at approximately 19:45.

Practical information

  • Date: Saturday, 26 June 2027
  • Departure: 08:45 from Hvannasund
  • Return: Approximately 19:45 from Hattarvík
  • Age limit: 18+
  • Price: 2,495 DKK per person
  • Limited number of participants

Included in the price

  • Return ferry tickets with Ritan
  • All food and beverages
  • Entertainment
  • Guided hikes and storytelling

Optional bus from Tórshavn

An optional coach operated by HK Bussar is available:

  • Departure: 06:45 from the bus terminal in Tórshavn
  • Travels via the Eysturoy Tunnel
  • Stops at við Skipanes, Magn in Gøtudalur, and Bónus in Klaksvík
  • Returns to Tórshavn after the event

Bus fare: 250 DKK

What to bring: A small backpack, warm outdoor clothing, and sturdy hiking boots are recommended.

Location

Hattarvík

Other Events

Time

June 26, 2027 10:00 am(GMT+01:00)
loader-image
Klaksvík, FO
2:19 pm, Jul 26, 2026
temperature icon 1°C
snow
92 %
1004 hPa
15 mph
Wind Gust: 9 mph
Clouds: 100%
Visibility: 0.02 km
Sunrise: 9:46 am
Sunset: 3:18 pm