logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Fyrilestur á Norðoya Fornminnasavni

06oct8:00 pmFyrilestur á Norðoya Fornminnasavni8:00 pm(GMT+01:00) Norðoya Fornminnasavn, Klaksvíksvegur 86

Event Details

Í samband við Virkið Heyst, fer Andras Sólstein at hava ein fyrilestur á Norðoya Fornminnasavni.

Talan er um tveir stubbar:

Klaksvík 1930. Eitt stuldursmál

20. desember 1929 kom Tjaldrið á Klaksvík og lossaði á Stongunum. Vørurnar til handilin hjá Kjølbro vóru uppskipaðar og lagdar í pakkhúsið har, og nakað av vøru varð koyrd heim í handilin á Biskupstøð, harímillum vóru tveir 10 liturs dunkar við spiritus (Akvavit), sum vóru settir í kjallaran. Tann 3. januar 1930 kemur maður av Vágsheygnum at loysa út, og nú manglar ein dunkur, og illgruni er um, at dunkurin er stolin. Málið verður meldað, og sýslumaðurin setir kanning í verk. Tað vísir seg at vera meira umfatandi enn fyrst hildið, eitt stuldursmál frá 1930.

Viðareiði 1907. Ein syrgilig hending

Eftir at hava verið í dansi á Viðareiði í desember 1907 hvørvur unglingin Sørin. Dagin eftir var farið at leita, og hann verður funnin deyður. Líkið lá og slongdist í briminum í Døtlisgjógv. Viderø skrivar um hendingina í Saga Norðuroyar, og hann rør uppundir, at hettar snýr seg um ólukkuligan kærleika. Við støði í keldum á landsskjalasavninum verður hendingin greinað.

Location

Norðoya Fornminnasavn

Klaksvíksvegur 86

Other Events

Time

October 6, 2026 8:00 pm(GMT+01:00)
loader-image
Klaksvík, FO
2:44 am, Sep 23, 2026
temperature icon 9°C
broken clouds
81 %
1017 hPa
10 mph
Wind Gust: 18 mph
Clouds: 84%
Visibility: 10 km
Sunrise: 7:12 am
Sunset: 7:25 pm