logo
0,00 kr. 0

Cart

No products in the cart.

Gøtulistatúrur í Klaksvík saman við manninum í appilsingula turriklæðnum

10oct2:00 pm3:30 pmGøtulistatúrur í Klaksvík saman við manninum í appilsingula turriklæðnum2:00 pm - 3:30 pm(GMT+01:00) Roykstovan, Klaksvíksvegur 41

Event Details

Í sambandi við Heystglóð verður spennandi gøtulistatúrur á skrá leygardagin 10. oktobur kl. 14.

Lokali ferðaleiðarin við appilsingula turriklæðnum og gula regnjakkanum, Dávid Fossdalsá, leiðir túrin.

Vit hittast í Roykstovuni, har møguligt er at keypa sær ein sterkan drekkamunn, meðan vit skoða og umrøða ikonisku listaverkini á bygninginum. Síðani verður farið á gøtulistaferð í Klaksvíkini, har vit síggja lokal og útlendsk verk, og nomið verður við fólkini handan verkini, tankarnar hjá teimum, umframt gøtulistarákið, sum aftur ger um seg í Føroyum.

Túrurin er mettur at taka umleið hálvanannan tíma. Vit enda túrin á rennibreytini.

Øll – bæði børn og vaksin – eru vælkomin við. Verið ílatin eftir veðrinum, hóast tað møguliga merkir, at vit øll fara at líkjast ferðafólkum eina løtu, meðan vit saman ferðast í egnum landi og njóta gøtulistina.

Túrurin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding, um tit ikki av tilvild hitta mannin við appilsingula turriklæðnum onkrastaðni og boða honum frá, um tit koma við.

Ticket Section Title

Price 0,00 kr.

How many tickets? -1 +

Total Price 0,00 kr.

Time

October 10, 2026 2:00 pm - 3:30 pm(GMT+01:00)
loader-image
Klaksvík, FO
12:33 am, Oct 7, 2026
temperature icon 5°C
scattered clouds
90 %
1010 hPa
5 mph
Wind Gust: 9 mph
Clouds: 27%
Visibility: 10 km
Sunrise: 7:48 am
Sunset: 6:39 pm