- desember eru pakkar aftur á trænum úti í Grøv.
Ætlanin er at børn skulu pakka ein pakka heima, og so fara eina túr saman við familjuni út í Grøv, velja sær ein pakka á trænum og so heingja sín egna pakka upp á træið, sum so onkur annar fær gleði av.
– Hetta nýtist ikki at verða stórir ella kostnaðarmiklir pakkar. Legg pakkan í ein posa og bind band um. Skriva á pakkan, um pakkin er til gentu ella drong og hvønn aldursbólk pakkin er hóskandi til.
Eisini er ein postkassi á staðnum hvar í børnini kunnu leggja tekningar í
EN:
From 1 December, gifts will once again be hanging on the tree at Grøv.
Children are invited to wrap a gift at home and visit Grøv with their families. They can choose a gift from the tree and hang up their own for another child to enjoy.
Gifts do not need to be large or expensive. Place the wrapped gift in a bag and tie it securely with ribbon. Label it with the age group it is suitable for and whether it is intended for a girl or a boy.
There is also a postbox where children can leave their drawings.