Tálg á Spinnarínum - kom og lær at gagnnýta føroyska tálg
Event Details
Virkið heyst í SpinnarínumÓKEYPIS fyrilesturKom og hoyr Sáru Bernhardsdóttir 8. oktobur kl 19-21. Tálg – frá siðbundnum ráevni til matgerð og húðrøktEitt
Event Details
Virkið heyst í Spinnarínum
ÓKEYPIS fyrilestur
Kom og hoyr Sáru Bernhardsdóttir 8. oktobur kl 19-21.
Tálg – frá siðbundnum ráevni til matgerð og húðrøkt
Eitt ráevni við nógvum møguleikum.
Tálg frá seyði og neyti hevur verið nýtt í ættarlið, men nógv av vitanini um hetta fjølbroytta ráevnið er við tíðini farin í gloymskuna. Nú kanst tú læra, hvussu tú kanst taka hesa gomlu vitanina til tín og geva tálgini nýtt lív í tínum egna heimi.
Á hesum fyrilestrinum fært tú innlit í, hvat tálg er, hvussu hon verður smeltað, reinsað og goymd, og hvussu tú kanst nýta hana til matgerð, húðrøkt og onnur endamál í gerandisdegnum.
Vit fara ígjøgnum tilgongdina stig fyri stig, so tú fært eina greiða fatan av, hvussu tú sjálv/ur kanst fara til verka heima.
Tú fært eisini tálg og eina praktiska vegleiðing við heim, so tú kanst royna teg við at smelta og reinsa tína egnu tálg og læra at nýta hana í tínum egna tempo.
Endamálið er, at tú fert heim við íblástri, vitan og einum ítøkiligum útgangsstøði fyri at fara undir at nýta hetta siðbundna ráevnið heima.
Fyrilesturin er uml. 45 minuttir. Tíð verður eisini til kaffi, hugna og prát.
Location
Spinnaríið
Klingrugarður