This is a repeating eventJanuary 9, 2026 5:00 pm
Vikuskifti á Hermótinum
02jan5:00 pm8:00 pmVikuskifti á Hermótinum5:00 pm - 8:00 pm(GMT+00:00) Heygavegur 42
Event Details
Uppliv figurborðspøl á Hermótinum! Annaðhvørt fríggjakvøld kl. 17:00–22:00 bjóðar Hermótið spøl, máling og gaman
Event Details
Uppliv figurborðspøl á Hermótinum! ![]()
![]()
Annaðhvørt fríggjakvøld kl. 17:00–22:00 bjóðar Hermótið spøl, máling og gaman – fyri vaksin ![]()
Kom á gátt á Heygavegi 42 í Klaksvík og njót hetta ítriv saman við øðrum. Vit hava eitt stórt málaraborð við góðum ljósi og einum fjølbroyttum úrvali av máling og amboðum, tú kanst brúka til at fáa tínar figurar til lívs. Eisini standa fleiri borð klár við stórslignum landslagi, har tú og onnur kunnu seta tykkara herdeildir av figurum móti hvørjum øðrum í einum spennandi dysti. Her ber sjálvandi til at brúka sínar egnu figurar – ella læna frá okkum ![]()
![]()
Endamálið við hesum tiltakinum er at bjóða eitt hugnaligt stað, har vaksin kunnu hittast um eitt felags áhugamál, har kreativitetur, strategisk hugsan og sosial samvera ganga hond í hond ![]()
![]()
![]()
Vit gleðast um øll, ið koma á gátt, og taka altíð væl ímóti nýggjum gestum ![]()
Vit síggjast á Hermótinum! ![]()
ENGLISH
Bring miniature board games to life at Hermótið! 🎨🎲
Every other Friday evening from 17:00–22:00, Hermótið invites you to games, painting, and fun — for adults 🤩
Drop by at Heygavegur 42 in Klaksvík and enjoy this hobby together with others. We have a large painting table with good lighting and a wide selection of paints and tools you can use to bring your miniatures to life. There are also several tables ready with impressive terrain, where you and others can pit your miniature armies against each other in an exciting battle. Of course, you’re welcome to use your own figures — or borrow some from us ⚔️🔥
The purpose of this event is to offer a cozy space where adults can meet around a shared interest, where creativity, strategic thinking, and social interaction go hand in hand 🎨🧙♂️✨
We’re happy to welcome everyone who drops by and always warmly welcome new guests ☺️
See you at Hermótið! 🤗